Válur - Ein goymd perla
Bygdin er eldri enn hundrað ára gomul, og hon hevur enntá sítt egna postnummar. Tó so eru mong í Føroyum, sum einki kenna til Válin. Válurin er lítil bygd eystaru megin havnina í Vestmanna.
Orðið ‘válur’ merkir ‘árundur heyggjur’. Í hesari væl goymdu perluni búgva 44 fólk (2025). Stórur partur av bygdarfólkinum eru tilflytarar. Tann, sum bygdi Válin í 1840, Óli Jákup Magnussen æt hann, var úr Hvalvík.
Lendingarviðurskiftini eru betri á Válinum enn í Kvívík, har ið onkuntíð ikki er atkomuligt, tá ið komið verður av útróðri. Av Válinum er gott at rógva út, og Kvívíkar sóknar róðrarfelag heldur eisini til á Válinum. Tey húsast í gamla Grindanótaneystinum. Inni í neystinum eru góðar umstøður við rógvimaskinum umframt súkklum til innanduravenjing.
Válur er grannabygd við Vestmanna, bara ein á skilur bygdirnar sundur. Samanhaldið er gott við Vestmanna, tó at Válur er í Kvívíkar kommunu. Vestmenningar kunnu finna upp á at prika válarfólk, at um tey koma yvir um ánna, so mugu tey hava passið við. Spyrt tú bygdarfólkið, so eru tey hvørki vestmenningar ella kvívíkingar. Tey eru válarfólk.
Onnur tíðindi
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 19. august 2026 kl. 0900. Møtt verður við bústaðin á Heygnum 9 í Kvívík.
Frá týsdegnum 18. august 2026 verður svimjihylurin opin aftur sum vanligt.
Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august 2026, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri í Urð, um flyta bátar og bátavognar v.m. av markeraða økinum, áðrenn mánadagin 17. august 2026.