Skrivstovufólk til Kvívíkar kommunu
Vegna økta arbeiðsbyrðu verður søkt eftir skrivstovufólki til fyrisitingina í Kvívíkar kommunu at byrja 1. Septembur 2026. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
- Arbeiða við journalskipanini
- Røkja heimasíðuna
- Samskipan av ymiskum
- Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
- Tú hevur skrivstovuútbúgving.
- Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
- Tú hevur áhuga í og førleika til málsviðgerð.
- Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
- Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk.
- Tú ert fleksibul, tí arbeiðs-trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
- Tú dugir væl at lurta og vera jalig-/ur og siðilig-/ur.
- Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
- Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
- Tú hevur kunnleika til og helst royndir innan kommunala umsiting.
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Í arbeiðstíðini kann roknast við fundarluttøku, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Umsóknir við prógvum, lívsrensl og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: kvivik@kvivik.fo í seinasta lagi 16. aug 2026. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Rannvá Isaksen, kommunuskrivara á telefon 292408 ella Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra, á telefon 292402.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Onnur tíðindi
Í dag hava Kvívíkar kommuna og Sp/f JHI Bilar undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnakoyring.
Kommunuskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 20. juli - 10. august 2026
Nú sleppa ferðafólk loksins undan at ganga tvørtur um landsvegin fyri at koma í bussin hjá bygdaleiðum, tá tey ferðast til og úr Leynum.