Kvívíkar skúli 50 ár
Í sambandi við 50 ára dagin verður hátíðarhald á skúlanum hósdagin tann 27. august kl. 14. – 18.00, har skúlin bjóðar inn til lagkøku, kaffi og te.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu í skúlanum.
Á degnum verður búmerkið, sum Kvívíkar kommuna hevur latið skúlanum, avdúkað. Kl. 15.00 verða talur, sangur og framløga um nýggja búmerkið. Føðingardagurin endar við konsert í skúlagarðinum, sum byrjar kl. 17.00
Onnur tíðindi
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 29.10.2026 kl. 15:30
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.