Sløkkiliðsfólk heiðrað
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Í sambandi við løtuna vóru Leivur Persson og Óli á Grindafløtti frá tilbúgvingarøkinum hjá Vørn komnir norð til Kvívíkar. Teir vóru komnir at heiðra teimum, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekin frá Føroya Landsstýri. Til løtuna segði Leivur Persson nøkur orð og takkaði sløkkliðsfólkunum fyri drúgva tænastu.
Til løtuna vórðu hesi sløkkiliðsfólkini heiðrað:
Jens Mikkelsen 36 ár og enn í starvi
Frederik Isaksen 36 ár og enn í starvi
Rói Joensen 35 ár og enn í starvi
Petur Müller 26 ár og enn í starvi
Edvard Müller 21 ár og enn í starvi
Um sløkkiliðsfólk kann sigast, at tá ið fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, so fara hesi út í tænastu, og tá ið fólk fara út úr eldinum, so fara hesi inn í eldin. Kommunan takkar øllum sløkkiliðsfólkum fyri arbeiðið, ið tey hvønn dag leggja fyri dagin, til tess at tryggja kommununa og lokala fólkið.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Kvívíkar kommunu, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 06-10-2026.
Sí tilmelding og skrá her.