Maiken Hammer Hansen sett í starv hjá Kvívíkar kommunu
Í septembur byrjaði Maiken Hammer Hansen sum skrivstovufólk hjá Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna hevur sett Maiken Hammer Hansen í starv sum skrivstovufólk á kommunuskrivstovuni.
Maiken er 37 ár, búsitandi í Hósvík, og hevur skrivstovuútbúgvin. Maiken hevur nógvar royndir innan skrivstovu, bæði hjá tí almenna og privata.
Í starvinum verður Maiken eitt av andlitunum, sum borgarar og vitjandi hitta, tá ið tey venda sær til kommununa. Hon fer millum annað at taka ímóti borgarum, svara telefon og hjálpa til við ymsum fyrisitingarligum uppgávum.
Vit ynskja Maiken hjartaliga til lukku við starvinum og vælkomna til Kvívíkar kommunu.
Onnur tíðindi
Sí tilmelding og skrá her.
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.