Ábøtur á kirkjugarðinum í Kvívík
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.
Í fjør varð gjørd ein trappa í brattastu brekkuni oman í kirkjugarðin, sum hevur bøtt munandi um atkomuna. Eitt nýtt portur og eisini er gjørdur ein gelendara fram við trappuni. Hetta hevur heimildarmaðurin Kaj Heri Joensen gjørt. Kommunan takkar Kaj Hera fyri eitt sera vakurt og hegnisligt arbeiði.
Sp/f Hjálpirót hevur laðað steingarðar, hampa gøturnar og økini kring gravirnar. Komandi tíðina verður eisini arbeitt við at javna lendið í niðasta partinum av kirkjugarðinum.
Við hesum ábótum verður kirkjugarðurin stigvíst gjørdur meira liðugur, og bæði atkomuviðurskifti og røkt av økinum verða bøtt.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Courses in Faroese as a Second Language (FSA) for immigrants will begin again in January. Registration for the FSA classes is now open, and the deadline to register is 15 November.
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 29.10.2026 kl. 15:30