Avtala við bygdafelagið Lógvin
Í vár kallaðu stigtakarar bygdafólkið í Leynum saman til at endurstovnað bygdafelagið Lógvin. Fólk tóku væl undir við hesum, og felagið varð endurstovnað.
Síðan felagið varð stovnað, hevur felagið saman við trivnaðarnevndini í Kvívíkar kommunu, arbeitt við at gera eina brúksavtalu um skúlan í Leynum.
Týsdagin 2. juli skrivaðu Bjørg Winther Reinert, forkvinna í bygdafelagum og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri undir avtaluna.
Kvívíkar kommuna ynskir bygdafelgum bestu eydnu, og vónar at nógv virksemi verður skúlan í Leynum.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur?