Víðkan av upplatingartíðum hjá svimjihylinum
Sum nakað nýtt fer Kvívíkar kommuna nú at hava svimjihylin opnan á morgni.
Á bygdaráðsfundi hósdagin 05. septembur 2024, samtykti bygdaráðið einmælt, at svimjihylurin skal hava opið tveir morgnar afturat um vikuna.
Ætlanin er at royna hetta árið út, fyri at síggja hvussu undirtøkan verður.
Opið verður soleiðis:
Mikudag 6.00 til 7.30
Fríggjadag 6.00 til 7.30
Hetta merkir at fólk kunnu verða í hylinum inntil kl. 7.15, og skulu verða úti úr skúlanum kl. 7.30
Kvívíkar kommuna vónar at undirtøkan verður góð.
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.