Kunngerð um vallistar til kommunuvalið 12. nov.
Vallistar liggja frammi til alment eftirlit
Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 10. oktober til týsdagin 22. oktober í vanligari avgreiðslutíð.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 5. november verða send kommunustýrinum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Kvívíkar kommuna
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.