Vetrarhald av kommunalu vegunum í Kvívíkar kommunu

Kavarudding og salting verður framyvir avgreidd á hendan hátt. Kavarudding og saltinga av vegunum er flokka í 3 stig. Har stig 1 er fyrsta raðfesting síðan 2 og 3, bæði tá talan er um kavarudding og salting.
Stig 1. – er merkt við reyðum á kortunum
Stig 2. – er merkt við bláum á kortunum
Stig 3. – er merkt við grønum á kortunum
Vegir merktir við brúnum eru landsvegir, og teimum varðar Landsverk av.
Tá tað kavar nógv/illa kann koma fyri, at tað bert ber til at halda reyðu og bláu vegirnar. Grønu vegirnir verða grivnir, tá tíð er til tað.
Miðja verður eftir at byrja verður at salta og grava tíðliga á morgni. Mánadag til fríggjadag verður byrja kl. 5.00, leygardag kl. 6.00. Sunnu- og halgudagar verður byrja kl. 9.00. Grivið verður ikki eftir kl. 21.00 á kvøldi.
Kvívíkar kommuna miðar eftir at vegirnir verða ruddaðir soleiðis, at bilar sum eru væl skøddir kunnu koyra.
Bilar til ampa:
Trupult er tá bilar standa til ampa fyri kavaruddingini. Tað KANN tí enda við, at tað ikki verður grivið, um maskinførarin ikki metur tað vera ráðiligt.
Heitt verður á borgarar um at hjálpa til við at seta bilarnar soleiðis, at teir eru til minst ampa fyri kavaruddingini.
Sí leinkjur til kort, har síggjast kann, hvussu kommunalu vegirnir verða grivnir og saltaðir.
Góðkent á bygdaráðsfundi 3. oktobur 2024
Kvívíkar kommuna
Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri
Onnur tíðindi
Val til Kirkjuráðini er lýst at verða 4. Novembur, 2025. Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.
Her er kvøldskúlaskráin fyri veturin 2025/26 Skráin verður borin út í viku 38. Tilmeldingin letur upp 2. oktobur kl. 15.00. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.
Mánadagin 18. august fekk Edvard Petersen handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður.