Minnist til at tryggja leysar lutir
Nú boðað verður frá nógvum vindi næstu dagarnar, fer Kvívíkar kommuna at heita á allar borgarar og fyritøkur í kommununi, um at tryggja allar leysar lutir, so einki fer á flog og ger skaða.
Kvívíkar kommuna heitir eisini á allar bátaeigarar í bátahylinum á Válinum, um at kanna eftir, at báturin er væl bundin. Tá bátar liggja við flótibrúgvar, skulu endarnir verða strammir, so at báturin ikki livir for nógv og rykkir í armarnar.
Onnur tíðindi
Courses in Faroese as a Second Language (FSA) for immigrants will begin again in January. Registration for the FSA classes is now open, and the deadline to register is 15 November.
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 29.10.2026 kl. 15:30
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.