Jólatrøini tendra 29. novembur

Útgivið 24. november 2026

Í ár fara jólatrøini í Kvívíkar kommunu at tendra soleiðis:

Sunnudagin 29/11-26:

Jólatræið á Válinum verður tendra kl: 15:00

Forkvinnan í trivnaðarnevndini, Sára Midjord, bjóðar vælkomin, Ann Chanett Danielsen luttekur við sangi.
Jólamenninir koma at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.

Jólatræið í Kvívík verður tendra kl. 16:00

Forkvinnan í trivnaðarnevndini, Sára Midjord, bjóðar vælkomin, Ann Chanett Danielsen luttekur við sangi og Annika Magnussen Gaard sigur nøkur orð.
Eisini koma jólamenninir at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.

Jólatræið á Stykkinum verður tendra kl: 17:00

Forkvinnan í trivnaðarnevndini, Sára Midjord, bjóðar vælkomin, Ann Chanett Danielsen luttekur við sangi.
Jólamenninir koma at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.

Jólatræið á Leynum verður tendra kl: 17:30

Onnur tíðindi