Ung í arbeiði 2025

Ung í arbeiði 2025

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2024/2025 ganga í 9. flokki.

Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 23. juni til og við 4. juli 2025. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. 

Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til við at útfylla teigarnar niðanfyri. 

Freistin at melda til er mánadagin 16. juni 2025

Kravdir teigar eru merktir við eini stjørnu

Øll málsviðgerð hjá Kvívíkar kommunu er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.