Ung í arbeiði 2026
Ung í arbeiði 2026
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2025/2026 ganga í 9. flokki.
Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 22. juni til og við 3. juli 2026. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til við at útfylla teigarnar niðanfyri.
Freistin at melda til er mánadagin 15. juni 2026
Kravdir teigar eru merktir við eini stjørnu
Øll málsviðgerð hjá Kvívíkar kommunu er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.