VEKS hevur valt Eldraráð!
Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin er farin fram á skrivstovuni hjá VEKS í dag.
Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.
Í Vestmanna kommunu kom ein listi inn við trimum tilskilaðum valevnum. Gunn Joensen, Jákup Andreasen, og Páll Hellu, varalimur.
Í Kvívíkar kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Brynhild Joensen, og Zacharias Guttesen, varalimur.
Í Eiðis kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Annvør Jacobsen, og Hildibjarta Jacobsen, varalimur.
Í hesum trimum kommunum var sostatt einki val.
Í Sunda kommunu var val millum 8 uppstilaði valevni, og tey 438 sum høvdu valrætt til Eldraráðsvalið, atkvøddu við brævatkvøðu. 179 greiddu atkvøðu, sum svarar til 40,87% av teimum sum høvdu valrætt.
Úrslitið av valinum í Sunda kommunu:
1. Jens Jensen, Tjørnuvík, 33 atkvøður
2. Ingvard Fjallstein, Norðskáli, 30 atkvøður
3. Marjun av Steinum, Hvalvík, 23 atkvøður
4. Vibeke Ingvarsson, Norðskáli, 23 atkvøður
5. Gunnar Joensen, Hósvík, 22 atkvøður
6. Joan Hammer, Haldórsvík, 19 atkvøður
7. Dagny Hansen, Hósvík, 18 atkvøður
8. Sofus D. Johannesen, Gjógv, 11 atkvøður
Tað vil siga at Jens Jensen, Tjørnuvík, og Ingvard Fjallstein, Norðskáli, eru valdir limir í Eldraráðið hjá VEKS. Marjun av Steinum, Hvalvík, er vald sum eykalimur, eftir lutakast við Vibeke Ingvarsson, Norðskáli.
Nývalda Eldraráðið í VEKS skipar seg sjálvt, og fer til verka eftir nýggjár.
Heimatænastan VEKS
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30