Vatntrot á Stykkinum
Av nógva kuldanum, sum hevur ligið í nakrar vikur nú, eru rørini fryst, sum liggja til reinsiverkið á Stykkinum. Tí hevur kommunan verið noydd at fáa sløkkiliðsbilin at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin. Tí verða fólk á Stykkinum biðin um at kóka vatnið.
Av tí at tað frystur enn, so ber bert til at pumpa vatn í nakrar tímar, tí slangurnar frysta. Orsaka av hesum, má kommunan skrúva fyri vatninum um næturnar, so leingi sum frost er. Byrjað verður longu í kvøld, og skrúva vit fyri kl. 24.00 til kl. 07.00 í morgin. Mitt í viku verður skrúvað fyri kl. 24.00 til kl. 06. á morgni.
Onnur tíðindi
Courses in Faroese as a Second Language (FSA) for immigrants will begin again in January. Registration for the FSA classes is now open, and the deadline to register is 15 November.
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 29.10.2026 kl. 15:30