VEKS liðvenjingar í Kvívík halda fram
VEKS venjingarnar halda fram í Kvívík. Byrjað verður aftur mánadagin 20. januar kl. 13.15.
Venjingin er fyri fólk 65+ ár, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.
Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.
Tilmelding kann gerast við at ringja á telefon 79 32 76.
Onnur tíðindi
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.