Svimjikapping í Kvívík
Leygardagin 18.01.2025 skipaði svimjufelagið Hellufossur fyri svimjikapping í Kvívík.
Tað setti sín dám á bygdina leygardagin, tá 140 ungir svimjarar í aldrunum 6-12 ár luttóku á fyrstu svimjikappingini í Kvívík.
"Alt gekk ordiliga gott, umstøðurnar vóru góðar, og vit hava fingið nógvar góðar afturmeldingar", sigur Sára Midjord, forkvinna í Svimjifelagnum Hellufossur.
Hon leggur afturat, at felagið hevur fingið nógvan góðan stuðul, sum var við til at tað kundi lata seg gera, at hava eina svimjikapping í Kvívík.
Onnur tíðindi
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.