Hús reist í Kvívík í dag
Í dag reisti byggifyritøkan Norðsetur triðja húsið í Kvívík síðan mai mánað. Hesi húsini standa á Revagøtu í nýggju útstykkingini Frammi í Gerði. Hini bæði Norðseturhúsini standa í útstykkingini á Víkarvegnum.
Í kommununi er fleiri nýggj hús í gerð og fleiri byggiloyvi eru givin. Borgarstjórin fegnast um áhugan at seta búgv í kommununi.
Myndamaðurin Jens Kristian Vang hevur sent kommununi nakar av myndunum.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.