Eldraráðið í VEKS hevur skipað seg.
Eldraráðið í VEKS var valt móti ársenda í fjør. Á fundi við stýrið í VEKS í farnu viku, skipaði eldraráðið seg við Jens Jensen, úr Tjørnuvík sum formanni, og við Brynhild Joensen, úr Kvívík sum næstforkvinnu.
Hinir limirnir í Eldraráðnum í VEKS, eru Gunn Joensen, og Jákup Andreasen úr Vestmanna, Annvør Jacobsen av Eiði, og Ingvard Fjallstein, úr Sunda kommunu.
Fyrsti fundurin var eitt hugaligt prát við nývalda stýrið og stjóran fyri VEKS, har eldraøkið í síni heild var umrøtt, umframt at ætlanir vóru lagdar fyri arbeiðsleistin hjá ráðnum, sum ráðgevi hjá stýrinum í VEKS.
Eftir fundin var 10 ára kvøldseta á Mørkini, har fyrilestrar, tónleikur og føroyskur dansur vóru á skránni.
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
