Tími Jarðarinnar
Leygardagin 28 mars, verður altjóða átakið, Tími Jarðarinnar ella “Earth Hour” á skránni.
Earth hour er eitt afturvendandi átak, sum fellur seinasta leygardag í mars. Earth Hour heitir á øll um, at sløkkja ljósini klokkan 20.30 og ein tíma fram. Endamálið við átakinum er, at fáa fólk kring heimin at hugsa um veðurlagsbroytingarnar og harvið umhvørvi.
Í hesum sambandi sløkkir Kvívíkar kommuna øll gøtuljósini klokkan 20:30 og ein tíma fram.
Onnur tíðindi
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.