Lærlingarnir lokið skúlagongdina

Í dag hava vit heiðra okkara lærlingarnar, nú teir hava lokið prógv sum húsavørðar
Á lítlari samkomu í Látipípuni í dag, vóru lærlingarnir Kristian Martin Elmelund Kjærbæk og Edvard Petersen heiðraðir. Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen og Jóan Jacob Andreasen tøknileiðari, sum er lærumeistarar søgdu nøkur orð.
Hetta er ein serligur dagur vit fara at minnast til, tí hetta er fyrstu fer at Kvívíkar kommuna hevur havt lærlingar.
Í 2021 varð avgerð tikin um at fara at søkja eftir einum húsavarðalærlingi.
At tað so endaði við at blíva tveir lærlingar, kom mest sum av tilvild. Kristian Martin søkti læruplássi og fekk tað. Edvard, sum hevði verið í starvi hjá kommununi í nøkur ár, varð yvirtalaður til at koma í læru eisini.
Kvívíkar kommuna ynskir Kristian Martin og Edvardi hjartaliga tillukku við próvnum.
Onnur tíðindi
Ein sera góð og væl fyriskipað vika er farin aftur um bak. Hellufossur hevur tikið stig til og staðið á odda fyri einari rimmar viku við rørslu, hugna og undirhaldi, sum hevur verið fyri alla familjuna – ung sum eldri. Skráin hevur verið serstakliga fjølbroytt og hevur veruliga havt allar aldursbólkar og ymiskleika í huga.
Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 01.09.25 fram til 19.06.26
Vegna vatnleka verður skrúva fyri vatninum á Eystaru Hellu í morgin, 03.06.2025 frá kl. 09.00 til arbeiðið er liðugt