Broyting av byggisamtykt fyri Leynar

Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 27. februar 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Leynar. Ætlanin er at broyta part av matr.48 í Leynum frá at vera "J, Landbúnaður" til "B, Bústaðarøki".
KUNNGERÐ
um broyting í byggisamtyktini
fyri
Kvívíkar kommunu
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður sagt frá, at uppskot til broytingar í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu er samtykt av bygdaráðnum tann 27. februar 2025.
Broytingaruppskotið liggur frammi til alment eftirlit frá 31. mars 2025 til og við 24. apríl 2025.
Broytingin er henda:
- Bústaðarøkið í Leynum verður víðkað soleiðis, at fyri part av matr.nr. 48, Leynar, umleið 210 fermetrar, verða ásetingarnar broyttar frá øki J: Landbúnaðarøki, til Øki B: Bústaðarøki.
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni, Frammi í Gerði 1, Kvívík. Opið er mánadag kl. 10-15 og hósdag kl. 13-15. Uppskotið liggur eisini á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu, www.kvivik.fo.
Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send bygdaráðnum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum, sum er í seinasta lagi 12. mai 2025.
Kvívík, tann 25. mars 2025
Kvívíkar kommuna
Onnur tíðindi
Val til Kirkjuráðini er lýst at verða 4. Novembur, 2025. Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.
Her er kvøldskúlaskráin fyri veturin 2025/26 Skráin verður borin út í viku 38. Tilmeldingin letur upp 2. oktobur kl. 15.00. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.
Mánadagin 18. august fekk Edvard Petersen handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður.