Closed for Maintenance 2025
Í farnu viku var árliga verkætlanin ‘Closed for Maintenance’ hjá Visit Faroe Islands aftur. Í Kvívíkar kommunu var ein bólkur í Leynum og bøtti upp á bygdgøtuna millum Leynar og Kollafjørð.
Verkætlanin Closed for Maintenance hevur nøkur ár á baki. Hetta er fyrstu ferð at Kvívíkar kommuna hevur verið ein partur av hesi verkætlanini.
Tað vóru 13 sjálvboðin fólk við í verkætlanini í Leynum. Tey komu úr ymiskum londum. Hesi sjálvbodnu eru uttan iva við til, at skapa eina tryggari og hugnaligari uppliving fyri øll, sum njóta vøkru náttúruna í Føroyum.
Niðasti parturin av gøtuni, var illa slitin og vatnið rann ikki frá. Gøtan er nú drena og nýtt tilfar lagt í.
Fólkini arbeiddu frá hósdag til leygardag, og arbeiðið gekk bæði skjótt og væl. Leygarmorgunin vóru tey liðug í Leynum og so var tað niðasti parturin av Gomlugøtu í Kvívík, frá Urðini og niðan á vegin Út á Bø, sum bleiv lúkað. Eisini fingu tey rudda gamla svimjihylin fyri gróti.
Kommunan er sera væl nøgd við tað, sum hesi røsku fólk hava fingið avrikað, og góða samstarvið við Visit Faroe Islands.
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30

