Ung í arbeiði 2025

Útgivið 27. mai 2025
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2024/2025 ganga í 9. flokki.
Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 23. juni til og við 4. juli 2025. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Freistin at melda til er mánadagin 16. juni 2025, og tilmeldingin fer fram á hesum leinki: https://kvivik.fo/ungiarbeidi2025
Onnur tíðindi
Útgivið 19. juni 2025
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 26.06.2025
Útgivið 18. juni 2025
Válamenn á hondbóltsferð
Tá U21 hondbóltlandsliðið fór av landinum í vikuni, vóru ikki færri enn tríggir válamenn við á ferðini.
Útgivið 17. juni 2025
15 ára starvsdagur
Hósdagin í farnu viku var hátíðarhildið, at Jette Johansen hevur starvast sum vaskikona í Kvívíkar skúla í 15 ár.