15 ára starvsdagur
Hósdagin í farnu viku var hátíðarhildið, at Jette Johansen hevur starvast sum vaskikona í Kvívíkar skúla í 15 ár.
Dagurin var hátíðarhildin við einari hugnaligari løtu í skúlanum fyri starvsfeløgum, lærarum og næmingum. Skúlastjórin Rudi Olsen, og Joen Jacob Andreasen søgdu nøkur orð. Síðani fekk Jette handað blómur og gávur, og børnini sungu nakrar sangir.
Kvívíkar kommuna ynskir Jette hjartaliga tillukku við 15 ára starvsdegnum.
Onnur tíðindi
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur?



