Almenn móttøka fyri Anju Eydnudóttir og Jónas G. Isaksen
Í sambandi við oyggjaleikirnar á Orkney 2025, verður skipað fyri móttøku á kommunuskrivstovuni sunnudagin 20-07-2025 kl. 19:00
Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini heldur røðu og kommunan bjóðar okkurt gott.
Øll eru hjartaliga vælkomin og kommunan vónar, at nógv fólk koma at heiðra okkara gull-vinnarum.
Trivnaðarnevndin
Myndasavn
Onnur tíðindi
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 19. august 2026 kl. 0900. Møtt verður við bústaðin á Heygnum 9 í Kvívík.
Frá týsdegnum 18. august 2026 verður svimjihylurin opin aftur sum vanligt.
Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august 2026, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri í Urð, um flyta bátar og bátavognar v.m. av markeraða økinum, áðrenn mánadagin 17. august 2026.