Broyting í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 28. august 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Kvívík. Ætlanin er at broyta part av matr.nr. 191a og part av matr.nr. 402a í í Kvívík.
KUNNGERÐ
um broyting í byggisamtyktini
fyri
Kvívíkar kommunu
(Partur av matr.nr. 191a og partur av matr.nr.402a, Kvívík)
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður sagt frá, at uppskot til broytingar í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu eru samtykt av bygdaráðnum tann 28. august 2025, og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit frá 10. oktober 2025 til og við 31. oktober 2025.
Uppskotið snýr seg um at tillaga og víðka verandi útlagda øki til ruskpláss á matr.nr. 191a, Kvívík, sum í dag liggur í Økið C: Vinnu- og Ídnaðarøki.
Økið til ruskpláss kemur við broytingini at fevna um bæði part av matr.nr .191a, og part av matr.rn. 402a, Kvívík. Eftir broytingina verður útlagda økið til ruskpláss, sum kemur at liggja sum Økið C: Vinnu- og Ídnaðarøki, umleið 47,5 x 49,3 metrar til støddar.
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni, Frammi í Gerði 1, Kvívík. Opið er mánadag kl. 10-15 og hósdag kl. 13-15. Uppskotið liggur eisini á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu, www.kvivik.fo.
Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send bygdaráðnum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum, sum er í seinasta lagi 21. november 2025.
Kvívík, tann 03. oktober 2025
Kvívíkar kommuna
Onnur tíðindi
Frá leygardegnum 11. oktobur til mánadagin 20. oktobur er svimjihylurin stongdur.
Kvívíkar kommuna skal boða frá, at í dag verður farið undir at asfaltera Kirkjuvegin aftur
Arbeiðið við at binda kloakkina í spillvatnsskipanina hevur gingið gott, og nú er arbeiðið liðugt á Kirkjuvegnum.