Brævatkvøður til løgtingsvalið 26. mars 2026
Útgivið 27. februar 2026
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag, 27. februar 2026 og í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Opið er:
Mánadag frá 10.00 til 15.00
Hósdag frá 13.00 til 15.00
Annars við at venda sær til telefon 662400
Onnur tíðindi
Útgivið 13. mai 2026
Leiðari til Dagstovnin Áarlon í Kvívík
Nú okkara leiðari fer at royna nýggjar leiðir, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. juli. 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagstovnurin Áarlon í Kvívík , umfatar vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.
Útgivið 13. mai 2026
Skrúvað verður fyri vatninum á Ovara Vegi og Garðavegi í Leynum
Útgivið 11. mai 2026
Kvívík Svimur 17. - 24. mai
Aftur í ár skipar svimjifelagið Hellufossur fyri vikuni Kvívík Svimur. Sí skránna her.