Grundøki í Leynum til sølu til bústaðarbygging
Vegna Kvívíkar kommunu verða 6 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum í løtuni er bústaðarøki B í byggisamtyktini. Kvívíkar kommuna hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at hetta verður til B1 bústaðarøki, sum er til hús og íbúðarbygningar ætlað til bústaðarendamál.
Ognirnar verða seldar í tveimum, soleiðis at matr. nr. 6o, 6p og 6q, Leynar, í alt 1.533 m2, verður selt fyri seg, og matr. nr. 6r, 6s og 6t, Leynar, í alt 1.643 m2, verður selt fyri seg. Til ber at bjóða uppá antin 3 ella 6 grundøki. Prísurin er kr. 500,- fyri fermeturin.
Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.
Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið.
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Kvívíkar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.
Nágreiniligari tilfar og treytir fyri søluni fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30