Útbjóðing av koyring av skúlabørnum í Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna bjóðar við hesum út skúlakoyring av børnum í Kvívíkar kommunu frá skúlaársbyrjan 2026 til endan av skúlaárinum 2030.
Kvívíkar Kommuna ynskir at gera sáttmála við ein arbeiðstakara um fyri egna rokning og ábyrgd at taka sær av rakstri av skúlakoyringini av børnum í Kvívíkar kommunu. Í hesum sambandi verður koyringin boðin út í almennari listatión.
Talan er um koyring av skúlabørnum í Kvívíkar kommunu. Koyringin er millum Skæling, Leynar, Kvívík og Vestmanna.
Sáttmálaskeiðið er 4 ár frá skúlaársbyrjan í august 2026 til endan av skúlaárinum í juni 2030.
Kvívíkar kommuna tilskilar sær rætt til at velja millum øll innkomin tilboð ella at havna teimum øllum.
Fyrispurningar viðvíkjandi sáttmálatreytunum /útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Jógvan Elias Winther Poulsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 og teldupost jewp@sokn.fo. Útbjóðingartilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.
Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin tann 22. mai 2026, kl. 12:00.
Onnur tíðindi
Vegna økta arbeiðsbyrðu verður søkt eftir skrivstovufólki til fyrisitingina í Kvívíkar kommunu at byrja 1. Septembur 2026. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Í dag hava Kvívíkar kommuna og Sp/f JHI Bilar undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnakoyring.
Kommunuskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 20. juli - 10. august 2026