Nýggjur sáttmáli um skúlabarnakoyring undirskrivaður
Í dag hava Kvívíkar kommuna og Sp/f JHI Bilar undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnakoyring.
Undanfarni sáttmálin millum Kvívíkar kommunu og Sp/f JHI Bilar gekk út 30. juni 2026. Samstarvið hevur riggað sera væl, og Kvívíkar kommuna hevur verið sera væl nøgd við tænastuna, sum Sp/f JHI Bilar hevur veitt.
Í vár varð skúlabarnakoyringin boðin út. Trý tilboð komu inn, og lægsta tilboðið var upp á 755.500 krónur um árið. Eftir útboðið valdi Kvívíkar kommuna, at fara í samráðingar við Sp/f JHI Bilar, um ein nýggjan sáttmála.
Sáttmálin varð undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í dag, har Tóra Isaksen, stjóri vegna Sp/f JHI Bilar og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, skrivaðu undir. Nýggi sáttmálin kemur í gildi 1. august 2026.
Sáttmálin er galdandi í fýra ár, frá skúlaársbyrjan í august 2026 til endan av skúlaárinum í juni 2030.
Eftir sáttmálanum hevur Kvívíkar kommuna møguleika at leingja sáttmálan eitt ár í senn, tá upprunaliga sáttmálaskeiðið er lokið.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur?
Skrúva verður fyri vatninum Frammi í Gerði í Kvívík, í dag 26.08.2026 frá kl. 09.00 til arbeiðið er liðugt.