Skrivari til Barnaverndartænastuna í VEKS.

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólkið, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.
Um Barnaverndartænastuna:
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda
kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Á Barnaverndartænastuni starvast tríggir
sosialráðgevar, leiðari og vit síggja fram til, eisini at fáa skrivara í starvsfólkahópin.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum sum liva undir
viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan
rættstundis, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
• Góðir málsligir og skrivligir førleikar, serliga á føroyskum
• Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur
Vit ímynda okkum ein starvsfelaga, sum:
• kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og álitsfull/ur
• hevur gott yvirlit og tolir at arbeiða undir trýsti
• tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
• hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólkini á
deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Umframt skrivarauppgávur
í mun til málsviðgerðina á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku,
móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir,
samskipan av ymiskum fundarvirksemi, loysa ávísar uppgávur viðvíkjandi umsiting av
samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av
innlitsumbønum v.m.
Setanarviðurskifti
Starvið, ið er á 20 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og
Starvsfelagið. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á
Oyrarbakka.
Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri
Barnaverndartænastuna, á tlf. 297201 ella umvegis teldupost á karinj@sunda.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Barnaverndartænastan í VEKS, Oyrarbakkavegur 3, FO- 400 Oyrarbakki. Ella við telduposti á karinj@sunda.fo
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 9. november 2025.
Onnur tíðindi
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 28. august 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Kvívík. Ætlanin er at broyta part av matr.nr. 191a og part av matr.nr. 402a í í Kvívík.
Frá leygardegnum 11. oktobur til mánadagin 20. oktobur er svimjihylurin stongdur.
Kvívíkar kommuna skal boða frá, at í dag verður farið undir at asfaltera Kirkjuvegin aftur