Jóansøkubál á Leynasandi
Leygardagin var afturvendandi tiltakið “Jóansøkubál á Leynasandi”
Byrjað varð við colorrun av Skælingi kl. 14. sum endaði á Leynasandi, har skráin helt fram við góðum barnatiltøkum og fjølbroyttum tónleiki.
Fitt av fólki var samlað á sandinum allan dagin, hóast veðrið ikki varð av tí allar besta. Børnini hugnaðu sær óført í gummibátum í ósanum og øðrum spølum á sandinum.
Sum altíð vóru góð tónleikainnsløg á skránni, sum bæði vóru til børn og vaksin. Ongin nýttist at sita svangur, tí fólk úr svimjifelagnum Hellufossi syrgdu, sum ikki einaferð fyri, at grilla pylsur og góðum tvíflísum.
Í ár var tað Hellufossur sum samskipaði tiltakið saman við kommununi.
Onnur tíðindi
Vegna Kvívíkar kommunu verða 6 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Innskriving av næmingum til 1. flokk skúlaárið 2026-2027 verður í skúlanum mikudagin 28. januar kl. 16.30.
Skrá til bygdaráðsfundin hósdagin 29.01.2026





















