Grundøki í Leynumtil sølu til bústaðarbygging
Vegna Kvívíkar kommunu verða 6 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum í løtuni er bústaðarøki B í byggisamtyktini. Kvívíkar kommuna hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at hetta verður til B1 bústaðarøki, sum er til hús og íbúðarbygningar ætlað til bústaðarendamál.
Ognirnar verða seldar í tveimum, soleiðis at matr. nr. 6o, 6p og 6q, Leynar, í alt 1.533 m2, verður selt fyri seg, og matr. nr. 6r, 6s og 6t, Leynar, í alt 1.643 m2, verður selt fyri seg. Til ber at bjóða uppá antin 3 ella 6 grundøki. Prísurin er kr. 500,- fyri fermeturin.
Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.
Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið.
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Kvívíkar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.
Nágreiniligari tilfar og treytir fyri søluni fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.
Freistin at lata inn skrivlig boð (við brævi ella telduposti) saman við váttan um tøka fígging er fríggjadagin 27. mars 2026, kl. 12:00.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Innskriving av næmingum til 1. flokk skúlaárið 2026-2027 verður í skúlanum mikudagin 28. januar kl. 16.30.
Skrá til bygdaráðsfundin hósdagin 29.01.2026
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 30. oktobur 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Leynar. Í bústaðarøkinum í Leynum verða ásetingarnar broyttar frá B Bústaðarendamál til B1 Bústaðarøki fyri hesar ognir: Matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.