Kunning um kirkjuráðsval
Val til Kirkjuráðini er lýst at verða 4. Novembur, 2025.
Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.
Valevnislistar skulu verða formanninum í valstýrinum, Tórarinn á Rípuni, í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 23. september kl. 22.
Smb. Løgtingslóg kunnu í mesta lagi 9 nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, vera á valevnislistanum, t.v.s. í Kvívík er hetta talið 15.
Valevnini skulu skriva undir listan, og í minsta lagi 3 og í mesta lagi 25 veljarar i kirkjusóknini skriva undir sum stillarar. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð. Serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá.
Tómir listar kunnu takast niður her, valevnislistar.
Eisini er møguligt at koma inn á kommunuskrivstovuna eftir tómum valevnislistum.
Onnur tíðindi
Skrá til bygdaráðsfundin hósdagin 29.01.2026
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 30. oktobur 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Leynar. Í bústaðarøkinum í Leynum verða ásetingarnar broyttar frá B Bústaðarendamál til B1 Bústaðarøki fyri hesar ognir: Matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Kvívíkar kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólkið til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 16. februar 2026 ella skjótast tilber.