Frá útskiftingarnevndini í Kvívík
Annar fyribilsplanur varð lagdur fram á fundi í Frøishøllini 5. nov. 2025.
Fyribilsplanurin liggur frammi á kommunuskrivstovuni.
Opið mánadag til hósdag frá kl. 09:00 til kl. 15:00.
Spurningar um annan fyribilsplanin og um útskiftingina sum heild kunnu setast til
Jógvan R. Frýdal á tlf. 234306 ella á teldupost JogvanF@us.fo
Arnold Thomassen á tlf. 234307 ella á teldupost ArnoldT@us.fo
Viðmerking til annan fyribilsplan skulu sendast til us@us.fo viðm til annan fyribilsplan í Kvívík
Freistin at koma við viðmerkingum til fyribilsplanin er 23. nov. 2025
Fyribilsplanin kann eisini síggjast á www.us.fo
Onnur tíðindi
Kommunuskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 20. juli - 10. august 2026
Nú sleppa ferðafólk loksins undan at ganga tvørtur um landsvegin fyri at koma í bussin hjá bygdaleiðum, tá tey ferðast til og úr Leynum.
Í mai í ár vóru liðin 15 ár, síðan Karstin S. Wang varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.