VEKS á Vanganum
Søk um tænastur frá VEKS á Vanganum – trygt og einfalt
Nú kunnu borgarar hjá VEKS søkja um tænastur á Vanganum – og tørvar tær hjálp kunnu avvarðandi søkja fyri teg.
Við nýggja møguleikanum kunnu eldri fólk í Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu senda umsóknir um tænastur og veitingar, sum t.d. endurvenjing og mattænastu á Vanganum. Við hesum møguleika gerst tilgongdin skjótari og smidligari.
Hjálp til tey, ið hava brúk fyri tí
Stórur dentur er lagdur á, at avvarðandi kunnu søkja vegna borgarar, sum ikki eru førir fyri ella vanir at brúka talgildar tænastur.
"Vit vita, at nógv eldri ikki eru von við talgildar skipanir. Tí er tað ein stórur lætti, at avvarandi kunnu hjálpa á ein tryggan hátt beinleiðis á Vanganum." sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS. Hann fegnast um, at VEKS gongur á odda á eldraøkinum við talgilda frambrotinum.
Hvat fært tú á Vanganum?
Í fyrsta umfari ber til at søkja um hesar tænastur hjá VEKS:
- Mattænastu
- Dagtilboð
- Ergo og fysioterapi
- Ansing av eldri og óhjálpnum heima
- Stutttíðarpláss
- Búpláss
- Umbiða prát
Soleiðis gert tú
- Rita inn á Vangan.fo við Samleikanum.
- Finn VEKS undir tænastuveitarum.
- Vel tænastuna, tú hevur tørv á, og send umsóknina.
Hevur tú tørv á hjálp, ring á 1881 ella send teldupost á 1881@talgildu.fo.
Onnur tíðindi
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur?