Leiðari til Dagstovnin Áarlon í Kvívík

Útgivið 13. mai 2026

Nú okkara leiðari fer at royna nýggjar leiðir, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. juli. 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagstovnurin Áarlon í Kvívík , umfatar vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.

Vit ynskja okkum ein leiðara, sum brennur fyri námsfrøði og dugir at lurta, vera nærverandi, finna góðar loysnir og samstundis hjálpa teimum vaksnu rundan um børnini at gera dagarnar í Áarlon góðar. Hetta er ein, sum hevur hug at leiða, menna og skipa okkara dagstovnaøki, so vit fáa ein tryggan, stuttligan og mennandi gerandisdag.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

Les meira um starvið her: https://alfred.fo/starv/leidari-til-dagstovnin-aarlon-i-kvivik

Onnur tíðindi