Ung í arbeiði 2026
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2025/2026 ganga í 9. flokki.
Arbeitt verður vikurnar 26 og 27, frá 22. juni til og við 3. juli 2026. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Freistin at melda til er mánadagin 15. juni 2026, og tilmeldingin fer fram á hesum leinki:https://kvivik.fo/ungiarbeidi2026
Onnur tíðindi
Vegna økta arbeiðsbyrðu verður søkt eftir skrivstovufólki til fyrisitingina í Kvívíkar kommunu at byrja 1. Septembur 2026. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Í dag hava Kvívíkar kommuna og Sp/f JHI Bilar undirskrivað nýggjan sáttmála um skúlabarnakoyring.
Kommunuskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 20. juli - 10. august 2026