Sámal Jákup Petersen 100 ár.
Tað var ein stórur dagur í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin. Tí Sámal Jákup, sum býr á Mørkini, helt sín 100 ára føðingardag í leguhúsinum. Har nógv fólk kom á gátt. Tað er okkum vitandi ikki hent áður, at nakrar í Kvívík hevur rundað tey 100 árini.
Sámal Jákup er føddur í 1925 í Kvívík og alt sítt lív búleikast í har. Í 1949 giftist Sámal Jákup við Elsu Petersen sum varð ættað úr Vestmanna. Elsa doyði í 2022. Tey fingu seks døtur.
Sámal Jákup, sum er útbúgvin skipari, sigldi fyrstu árini. Síðani koyrdi hann lastbil, og seinni fór hann at koyra rutubil. Eisini koyrdi hann skúlabørn fyri Kvívíkar kommunu í nógv ár. Sámal Jákup hevði eisini koyrikall til og úr Mjørkadali, og hetta hevur hann fingið heiðursmerkið fyri frá Færøernes Kommando.
Sámal Jákup Petersen sæt í kommunustýrinum fyri Kvívíkar Sókn í 1970 unum og sat sum borgstjóri frá 1976 til 1980.
Sámal Jákup hevur verið virkin heilt fram á ellisár, og dámdi honum sera væl at fara á flot. Bátur hansara Nósin var manga at síggja á víkini, og førdi hann mangan fongin heim.
Kvívíkar kommuna ynskir Sámal Jákup hjartaliga til lukku.
Her heilsar Jona Jacobsen, varaborgarstjóri, upp á Sámal Jákup
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 26.02.2026 kl. 15:30
Kvívívík kommuna hevur á fundi 30.10.2025 einmælt samtykt at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi. Smtykt varð at gjaldið skal setast so høgt sum til ber og setast í gildi skjótt sum tað ber til. Á bygdaráðsfundi 29.01.2026 var samtykt at seta tænastugjaldi á 7945,- kr í gildi. Rokning verður send hálvárliga og fyrsta rokning verður send fyri seinna hálvár 2026.
Kvívíkar kommuna hevur hin 19. februar 2026 latið Dánjal Petur Müller undantaksloyvi til at taða uttanfyri taðingartíðarskeiðið.