Kavarudding í Kvívíkar kommunu
Tá ið ruddað verður fyri kavað, er tað eftir hesari raðfesting, sí viðfest kort.
Maskinan er stór og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinan fær frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Borgarin skal grava fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.
Saltað verður eftir somu raðfesting, sum við kavaruddingini. Saltkassar standa ymsa staðni til borgarin at brúka, tá tað er neyðugt. Hav í huga, at lítið salt skal til fyri at smelta ísin. Er kassin tómur vinarliga boða kommununi frá.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 19. august 2026 kl. 0900. Møtt verður við bústaðin á Heygnum 9 í Kvívík.
Frá týsdegnum 18. august 2026 verður svimjihylurin opin aftur sum vanligt.
Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august 2026, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri í Urð, um flyta bátar og bátavognar v.m. av markeraða økinum, áðrenn mánadagin 17. august 2026.