Plantupakkar til ruddingardag
Útgivið 9. juni 2026
Her er ein lýsing av plantunum, sum borgarar fingu eftir ruddingardagin
Griselinia - Greiselinia littoralis -
- Hávaksin veturgrønur runnur. Bløðini gulgrøn. Trívst best í moldríkari jørð.Tolir væl saltráma. Hóskar væl til størri stakrunn, ella sum tilskorin girðing.
Griselinia veksur seg til eitt lítið træ á 6 metur, um hon ikki verður tilskorin. Kann fáa skaða í nógvum vetrarkulda.
Pseudopanax colensoi
- Hávaksin veturgrønur runnur. Vanliga antin bert sum kall- ella kvennplanta. Blómurnar hava ein týðiligan hunangsanga, og plantusevjan er serliga kleimin. Trívst best í góðari jørð og lívd. Tolir nakað av skugga. Runnurin hóskar eisini væl at hava í eini stórari krukku, t.d. í eini garðsstovu.
Onnur tíðindi
Útgivið 11. september 2026
Sløkkiliðsfólk heiðrað
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Útgivið 1. september 2026
Kommunustýrisfundur avlýstur
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Útgivið 27. august 2026
Kommunustýrisfundur 02.09.2026
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30

