Kvívíkar kommuna hevur sett Jákup Jóanesarson aftur í starv sum dagstovnaleiðara
Jákup Jóanesarson søkti starvið aftur, tá tað varð lýst leyst, og eftir eina heildarmeting, er hann settur aftur í starvið.
Hann hevur arbeitt sum leiðari á stovninum Áarlon í knapt 6 ár, áðrenn tað hevur hann eisini verið starvsfólk á stovninum. Hann hevur søkt sítt starv aftur, eftir at bæði starvsfólk, foreldur og aðrir samstarvspartar hava harmast um, at hann hevur sagt seg úr starvi. Eftir at hava hugsað seg um, er hann komin eftir, at hann hevur meira at geva stovninum, og tískil valdi hann at søkja starvið aftur.
Fíggjarnevndin hevur sett Jákup Jóanesarson í starvið aftur grundað á tær góðu leiðsluroyndirnar, hann víst í sínum arbeiði, sum leiðari á dagstovninum Áarlon í 6 ár. Eisini eru tey jaligu úrslitini, sum hann hevur víst á í tíðini sum leiðari, verið ein týðandi partur av grundarlagnum fyri setanini.
Undir leiðslu av Jákup Jóanesarson er mentanin á stovninum ment í eina enn sterkari felags kós, har starvsfólk arbeiða saman um at skapa bestu karmar fyri børn og foreldur í kommununi. Dentur verður lagdur á samstarv, ábyrgd og felags mál, soleiðis at øll lyfta í felag til gagns fyri børnini og familjurnar.
Henda menning hevur eisini havt jalig árin á arbeiðsplássið. Trivnaðurin millum starvsfólkini er høgur, og tað sæst aftur í sera lágari fráveru og fáum sjúkrameldingum. Somuleiðis hevur tørvurin á avloysarum verið nærum eingin, sum er ein greið ábending um eitt vælvirkandi arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi.
Kommunan fegnast um, at Jákup Jóanesarson heldur fram í starvinum, og hevur álit á, at hann saman við starvsfólkunum fer at halda fram við menningini av dagstovnaøkinum í Kvívíkar kommunu til frama fyri børn, foreldur og starvsfólk.
Onnur tíðindi
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 25.06.2026 kl. 15:30
Her er ein lýsing av plantunum, sum borgarar fingu eftir ruddingardagin
Í summar er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðinum at gera kloakkina lidna í Kvívík.