15 ára starvsdagur
Í mai í ár vóru liðin 15 ár, síðan Karstin S. Wang varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.
Hesi árini hevur Karstin verið ein virkin og álítandi partur av arbeiðstoyminum hjá kommununi.
Millum annað hevur Karstin røkt kavaruddingina øll hesi árini og hevur lagt nógv arbeiði í at tryggja góðar umstøður fyri borgarar og ferðslu. Gjøgnum sítt langa starv hevur hann eisini fingið eina breiða og virðismikla vitan um tey mongu arbeiðini, sum hoyra til arbeiðið sum kommunumaður.
15 ára starvsdagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familjuni á skrivstovuni hjá kommununi. Har borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, segði nøkur orð og handaði Karstini blómur og gávu.
Kvívíkar kommuna takkar Kastin fyri trúgva tænastu og góðan arbeiðsavrik gjøgnum hesi 15 árini og ynskir honum hjartaliga til lukku við starvsdegnum.
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30