Nýggjur busslummi í Leynum

Útgivið 30. juni 2026

Nú sleppa ferðafólk loksins undan at ganga tvørtur um landsvegin fyri at koma í bussin hjá bygdaleiðum, tá tey ferðast til og úr Leynum.

Kvívíkar kommuna hevur í longri tíð arbeitt fyri at fáa eitt trygt busssteðgipláss inni í Leynum. Kommunan sendi tí eina áheitan til Strandfaraskip Landsins og Landsverk um at broyta umstøðurnar, tí verandi steðgistaðið á Trønni, var als ikki nøktandi. Har var einki veruligt busssteðgipláss, og ferðafólk vóru noydd at ganga tvørtur um landsvegin, har nógv ferðsla er. Hetta skapti fleiri vandamiklar støður, bæði fyri ferðafólk og bilførarar. Hóast eingin tíbetur er komin til skaða, hava fleiri skelkandi hendingar verið.

Sum borgarstjóri – og ikki minst sum pápi – var hetta ein støða, eg ikki kundi góðtaka. Børn og onnur ferðafólk skulu kenna seg trygg, tá tey nýta bygdarleiðir.

Tí arbeiddi Kvívíkar kommuna miðvíst fyri at fáa leið 100 lagda soleiðis um, at bussurin kundi koyra inn í Leynar, og steðga á einum tryggum stað. Kommunan vísti á eitt øki við Leynarvegin, umleið 300 metrar frá innkoyringini til bygdina, sum kommunan eigur, og sum var væl egnað til eitt nýtt busssteðgipláss.

Samstarvið við Landsverk og Strandfaraskip Landsins hevur verið gott, hóast arbeiðið hevur tikið nakað longri tíð enn vónað. Í dag kunnu vit tó fegnast um, at busssteðgiplássið loksins er veruleiki og verður tikið í nýtslu í morgin 1. juli.

Sum liður í at betra um atkomuna hevur kommunan, við vælvild frá festara, eisini gjørt eina gøtu millum Ovara Veg og busssteðgiplássið. Hetta hevur stytt leiðina munandi hjá teimum sum búgva í bygdini, og gøtan liggur væl í lendinum. Tað gleðir meg, at leyningar hava tikið væl ímóti henni, og longu hava gjørt hana til ein natúrligan part av bygdini.

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu gott samstarv millum kommunu og landsmyndugleikar kann skapa tryggari og betri umstøður fyri borgararnar. Trygdin hjá teimum, sum ferðast við bygdaleiðum, er nú munandi betri enn áður, og tað kunnu vit øll fegnast um.

Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri

Onnur tíðindi