Arbeiðið við kloakkini í Kvívík
Nú verkfallið er av, er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu, at halda fram við arbeiðinum kloakkini í Kvívík.
Nú verkfallið er av, er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu, at halda fram við arbeiðinum kloakkini í Kvívík.
Í summar er ætlanin at knýta húsini, sum liggja millum bussskýlið og vegin "Uppi í Trøð", í kloakkina. Samstundis ætlar kommunan, at fáa skift vatnleiðingin í økinum. Ætlanin er at fáa skift gomlu stoypijarnrørini út til plastrør.
Maskinurnar koma til Kvívíkar í hesi vikuni. Tað fyrsta, sum verður gjørt er at grivið verður í Víkarvegin. Grivið verður frá bussskýlinum og yvir til vegin "Uppi í Trøð". Byrjað verður við fjósinum hjá Dánjal Joensen matr. nr. 165b. síðan verður arbeitt fram eftir.
Meðan arbeiðið verður gjørt, verður hesin parturin av Víkarvegnum stongdur fyri gjøgnumkoyring. Hesa tíðina verður koyrandi á Túni.
Onnur tíðindi
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
