Arbeiðið gongur væl
Arbeiðið við at binda kloakkina í spillvatnsskipanina gongur væl, og er nú um at verða liðugt. Ætlanin er at asfaltera í heyst.
Tað er fyritøkan R Transport á Stondum, sum hevur gjørt arbeiðið. Kommunan hevur í sama viðfangi fingið lagt nýggja høvuðsvatnleiðing og innføðingar til húsini.
Kvívíkar kommuna er sera vælnøgd við arbeiðið, sum R Transport hevur gjørt, og vónar at teir kunnu halda áfram við arbeiðinum við spillivatnsætlanini komandi ár .
Kommunan hevur biðið um tilboð at fáa asfalterað hendan teinin av Víkarvegnum aftur, og væntandi fer hetta at verða gjørt í heyst.
Í komandi ár er ætlanin at halda áfram, við at knýta í nýggju spillivantnsskipanina.
Í summar hevur kommuna eisini arbeitt við at umvæla brúnna um Stórá. Tað arbeiðið er nú liðugt, og kommunan er væl nøgd við arbeiðið, sum er gjørt. Tað er tó eftir at umvæla asfalti á brúnni. Tað verður gjørt samstundis sum partur av Víkarvegnum verður asfalteraður.
Í løtuni arbeiðir kommuna við at betra um gøtuna oman í nýggja kirkjugarðinum. Gøtan hevur verið heldur brøtt, og fólk hava havt ampa av henni. Har verða stoypt nøkur trapputrin í brekkuna, sum fer at betra um farleiðina oman í kirkjugarðin.
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
