Minnisbonkurin
Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin, 21. septembur, hevur Alzheimerfelagið fingið tekniskaskúla í Klaksvík at framleiða nakrar minnisbenkur
Kvívíkar kommuna hevur, í samstarvið við Alzheimerfelagið, sett ein tílíkan minnisbonk uttan fyri Kulluna. Bonkurin stendur sjónliga fyri almenninginum, og skal bjóða fólki at seta seg, og minnast løturnar.
Kvívíkar kommuna ynskir við hesum at seta sjóneykuna á avbjóðingarnar ið standast av demenssjúku, og takkar somuleiðis Alzheimerfelagnum fyri sítt arbeiði.
Onnur tíðindi
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.
Skrá til kommunustýrisfundin mikudagin 02.09.2026 kl. 15:30
