Vilt tú hava ávirkan á eldraøkið?

Útgivið 25. oktober 2024

Nú hevur tú møguleika at virka sum ráðgevi í nýggja Eldraráðnum í VEKS

Vilt tú hava ávirkan á eldraøkið?

 

Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum.

Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli.

Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS.
Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur at samstarva við VEKS fyri at tryggja, at VEKS hevur atlit at ynskjum og tørvum teirra eldru.
Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.
Eldraráðið veitir VEKS ráð í eldrapolitiskum spurningum og virkar sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og VEKS í sambandi við at leggja eldrapolitikkin til rættis.
VEKS eigur at spyrja Eldraráðið um tað, sum viðkemur teimum eldru.
Einstøku kommununevndirnar samskifta við Eldraráðið í málum, sum hava við teirra málsøki at gera.
Eldraráðið kann av sínum eintingum siga VEKS sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og uppskotum og seta spurningar.
Valdir verða minst 6 limir og 6 varalimir til Eldraráðið. Ein limur fyri hvørjar byrjaðar 1.000 íbúgvar í hvørjari kommunu og ein varalimur í hvørjari kommunu. Við øðrum orðum: 2 limir og 1 varalimur úr Vestmanna kommunu, 1 limur og ein varalimur úr Kvívíkar kommunu, 2 limir og ein varalimur úr Sunda kommunu, og 1 limur og ein varalimur úr Eiðis kommunu.

Fyrstvaldi limur úr hvørjari kommunu, er valdur eldraráðslimur. Næstvaldi í størstu kommununum er valdur eldraráðslimur.

Varalimir eru næstvaldu í hvørjari kommunu, tó triðvaldi í størstu kommununum. Varalimir kunnu eftir áheitan møta á fundunum hjá Eldraráðnum, men hava ikki atkvøðurætt.

Valskeiðið er fýra ár.

Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu, sum valdagin hava fylt 60 ár.

Hvør listi við valevnum skal hava í minsta lagi 5 stillarar. Freistin at boða frá uppstilling er hjá VEKS hósdagin 24/11, og atkvøðan skal vera VEKS í hendi í seinasta lagi 7/12-24.

Atkvøtt verður við brævatkvøðu.

Valið verður 7/12-24.

Onnur tíðindi